Heimaskúli

Viðvíkjandi degnum í morgin og næstu 2 vikunum

Næmingarnir koma bert í skúla kl. 8 eftir tilfarið, sum tey skulu arbeiða við heima næstu tvær vikurnar.


Um tit ikki ynskja at senda barnið í skúla eftir tilfarinum, ber til hjá tykkum foreldrum at koma eftir tí. Og um tað als ikki ber til at avheinta tilfarið kl. 8 í morgin, ringið so til mín tlf. nr. 276869 og geri eina avtalu at avheinta tilfarið heima hjá mær í seinasta lagi mánadagin 16. mars.

Tað at skúlin er stongdur, merkir ikki at næmingarnir hava frí. Teir missa stóran part av undirvísingini hesa tíðina. Tí er tað av alstórum týdningi at tilfarið, sum tey fáa heim verður gjørt og at tit fylgja við inni á vikuætlanini, hvat tey skulu gera hvønn dag. Er onkur, sum ikki sleppur inn á vikuætlanina, ella einki sær inni har, sigi mær frá, so eg kann senda tykkum mynd av henni.

Eru uppgávur, sum næmingarnir ikki skilja og sum tit ikki duga at hjálpa teimum við, eru tit vælkomin at ringja til læraran og biðja um hjálp.

Eru aðrir spurningar, eru tit vælkomin at ringja til mín.

Við vón um tvær góðar vikur við heimaskúla!

Latið okkum øll ansað væl uppá hvønn annan í hesum døgum!

Aftur