Størv í Porkeris skúla

2 størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2023

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2023: 

2 lærarar í fast starv 


Tey, sett verða skulu: 

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans 
  • duga at samstarva og vera fyrikomandi 
  • vera sinnað at taka á seg tær uppgávur, eru í skúlanum 
  • vera við til áhaldandi at menna skúlan 
  • vera stundislig, nærløgd og engageraði 
  • kunna virka sum flokslærari 


Vit sóknast eftir lærarum, sum kunnu undirvísa í støddfrøði, náttúru og tøkni, føroyskum, donskum, kristni, handaligu lærugreinunum og ítrótti/svimjing til bæði gentur og dreingir.


Førleikakrøv: 

Læraraútbúgving. 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

Meira fæst at vita um størvini frá fyrstalæraranum Beintu Gudfinnsdóttir Jacobsen á tlf. 276869. 

Umsóknir, saman við c.v. og avriti av prógvum, skulu vera fyrstalæraranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 6. juni 2023 kl. 12.  

Umsóknir kunnu sendast til beinta.g.jacobsen@skulin.fo ella 

Porkeris skúli 

Gjørðabrekka 10 

950 Porkeri  


Porkeris skúli hevur undírvísing í 1.-7. árgangi. Skúlaárið 2023/24 verða 36 næmingar í skúlanum. Les meira um skúlan á www.porkerisskuli.fo 

Aftur