Lagt út hevur: Beinta G. Jacobsen
tann: 05.04.2022
Havnartúrur
Í dag hava næmingarnir verið til sýning í Norðurlandahúsinum.
Tíðliga í morgun løgdu næmingar, lærarar og nøkur foreldur leiðina norður um Suðuroyarfjørð. Tá Smyril legði at, var farið til gongu niðan í SMS, har næmingarnir fingu ein løtu at ganga runt og hyggja og keypa sær okkurt. Síðani gingu vit niðan í Norðurlandahúsið, har vit vóru til sýningina "Apollonia" við Føroya Symfoniorkestri. Eisini spældi symfoniorkestri Ólavur Riddararós og eyðkennisløgini hjá Super Mario og Ghostbusters. Aftaná sýningina var gingið oman aftur til Smyril, sum sigldi suður kl. 13. Næmingarnir vóru vælnøgdir og móðir, tá teir komu suður, eftir ein góðan dag í Havn.