Føstulávint 2022

Í morgun møttu næmingarnir grýluklæddir til føstulávintshald.

Dagurin byrjaði við ymiskum spølum og kappingum, t.d. lissukapping, stopdans, gæt og grimasser og spurnakapping. Aftaná var farið at sláa tunnu í fimleikahøllini. Genturnar slóu eina tunnu og dreingirnir eina, sum tey høvdu málað áðrenn. 
Kattakongur bleiv Líggjas og kattadrotning bleiv Lilja. Áðrenn næmingarnir fóru heim, fingu tey pannukakur og sunkist. Sum nakað nýtt, sluppu næmingarnir at velja ársins grýlu. Hjá gentunum bleiv Hanna ársins grýla, og hjá dreingjunum bleiv Danjal Jákup ársins grýla. 

Sí fleiri myndir inni á myndasavn...

Aftur