Listameldur 2022

Í apríl skipaði Nám aftur fyri teknikapping fyri skúlar, har næmingarnir skulu tekna eitt flagg at umboða teirra skúla. Í ár gjørdist vinnaraflaggið, flaggið hjá Nataliu Edvardsdóttir úr 6. flokki.

Næmingarnir í Porkeris skúla fingu eisini høvi at tekna eitt flagg at umboða Porkeris skúla. Fløggini hjá teimum, sum ynsktu at luttaka, vórðu hongd upp og síðani sluppu allir næmingarnir at atkvøða fyri teimum trimum, sum tey hildu umboðaðu skúlan best. 
Nógv vøkur fløgg komu inn til kappingina. Niðanfyri síggjast fløggini, sum gjørdist nr. 1, 2 og 3.

Aftur