Fráfaringarløta hjá Kirstin Strøm Bech

Ónsdagin 30. august hevði Kirstin sín síðsta arbeiðsdag í Porkeris skúla. 

Kirstin hevur starvast í Porkeris skúla síðani 1984, hon hevur verið burtur á ársskeiði, og tá hon sat sum borgarstjóri í Vágs kommunu í 8 ár. Kirstin hevur sostatt arbeitt í Porkeris skúla í 30 ár.

Ónsmorgunin høvdu vit eina serliga løtu saman við næmingunum. Næmingarnir handaðu Kirstin gávu og Kirstin hevði frukt, kornflakeskakur og blanda bomm at bjóða næmingunum.

Seinni um dagin var fráfaringarløtu í skúlanum, har nógv fólk kom at heilsa uppá Kirstin. Borðreitt var við nógvum góðum, bæði til vaksin og børn. Fleiri talur vóru hildnar, gávur handaðar og næmingarnir sungu "Vestan fyri Mykines", sum er ein sangur, sum Kirstin hevur sungið nógv við næmingunum.

Ein stak hugnalig løta. Vit takka Kirstin fyri øll árini í Porkeris skúla og ynskja henni blíðan byr.

Aftur