Longda jólafrítíð og jólahugni

Undirvísingarráðið avgjørdi í síðstu viku at skúlarnir skulu í jólafrí, áðrenn ætlað, orsaka av høgu koronasmittutølunum. Tí var jólahugnin hjá næmingunum framskundaður.

Áðrenn farið var heim fríggjadagin 10. des. pyntaðu næmingar úr 6. og 7. fl. jólatræið, so klárt var til jólahugna í hesi vikuni. 
Mánadagin hugdu næmingarnir eftir einum jólafilmi - A Boy Called Christmas - meðan tey ótu bomm, sum tey høvdu havt við. 
Týsdagin vóru spurnarkapping og stafettir á skránni. Eisini høvdu vit pakkaspæl og ótu rís a la mande. Mandlurnar fingu Lilja og Danjal Jákup.
Ó
nsdagin var jólahald og øll komu so fínt pyntaði og í nissuhúgvum í skúla. Dagurin byrjaði við morgunsangi, har vit sungu jólasangir, sóu myndir frá jólavikuni og hoyrdu jólasøguna um Pettson á jólum. Aftaná var ein Kahoot kapping á skránni, 7. fl. las jólaevangeliið og so fóru vit at dansa um jólatræið. Áðrenn farið var heim fingu allir næmingarnir ein jólapakka, sum jólamaðurin hevði sent, tí hann tordi ikki at koma sjálvur við teimum, um hann skuldi fingið korona.

Sí fleiri myndir í myndasavninum.

Aftur