Sorgarætlan

TILBÚGVINGARÆTLAN  FYRIPORKERIS SKÚLA


í samband við álvarsliga sjúku,vanlukku, deyða ella annan miss


Inngangur ……………………………………………………………………………….….

Tilbúgvingartoymi ………………………………………………………………………....

Uppgávan hjá tilbúgvingartoyminum ……………………………………………….....

Tilbúgvingartoymið kann eisini ………………………………………………………..

Uppgávan hjá leiðsluni ………………………………………………………………...

Felags missur ………………………………………………………………………………

Hevur næmingurin verið leingi burtur vegna sjúku ella annað ……………………......

Tá ið næmingur doyr …………………………………………………………………..

Hevur næmingurin verið leingi sjúkur …………………………………………...........

Doyr næmingur brádliga …………………………………………………………........

Tá starvsfólk doyr ……………………………………………………………………...

Missur hjá tí einstaka ……………………………………………………………………....

Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku …........

Tá næmingur missir foreldur ella systkin ……………………………………………...

Tá avvarandi hjá starvsfólki verða rakt av álvarsligari sjúku, vanlukku ella deyða........

Tá starvsfólk missir ……………………………………………………………............

Tá starvsfólk gerast álvarsliga sjúk ……………………………………………............

Tá starvsfólk doyr brádliga ………………………………………………………........


Inngangur.

Okkum, sum dagliga hava við børn at gera, er greitt, at børnini knýta seg tætt at teimum vaksnu, sum eru um tey í gerandisdegnum. Í dag er tað ofta soleiðis, at næmingarnir knýta seg sera tætt at okkum lærarum og starvsfólki annars á skúlanum. Vit fáa at vita um tær stóru hendingar, sum næmingunum hava verið fyri, og fáa høvi at taka lut í gleði og sorg næminganna.

Tað er lætt, tá ið tað snýr seg um gleðiligar tilburðir í lívi næminganna, men torførari, tá ið tað snýr seg um sorg og syrgiligar tilburðir, sum summir næmingar tíverri ikki sleppa undan.

Tað liggur eisini í tíðini at seta orð á øll fyribrigdi, sum henda í lívsins viðurskiftum. Tað, sum fyrr var friðhalgað at tala um og tagt burtur, elvdi stundum til sálarliga innilokan, einsemi og døpurhuga, sum so aftur elvdu til forðingar fyri menning og læring.

Sálarlig fyrstahjálp er tann stuðul, ið vit øll kunnu veita okkara medmenniskjum, tá tey verða rakt av kreppu og sorg. Við at vera til staðar og at tosa við viðkomandi kanst tú skapa tryggleika og vón. Tað er m. a. samtala, samvera og nærvera við onnur menniskju, ið hjálpir okkum gjøgnum kreppu og sorg.

Hóast sálarlig fyrstahjálp er einføld og líkatil, gerast flestu okkara ofta ótrygg og ivandi, tá ið onnur verða rakt av sjúku, vanlukku ella deyða. Spurningar sum:

  • Dugi eg nóg væl at hjálpa?
  • Skuldi tað ikki verið onkur annar, ið er "tættari uppá" enn eg?
  • Fer hann/hon at gráta, um eg spyrji, hvussu hann/hon hevur tað?
  • Skal eg tiga, tosa, halda um ella halda meg burtur?
  • Skuldi tað ikki verið onkur "professionellur"?


Felagsskapir sum Dansk Røde Kors og Kræftens Bekæmpelse hava seinastu árini gjørt nógv við at upplýsa og kunna fólk um sálarliga fyrstuhjálp, og soleiðis styrkja tey í trúnni á, at tann hjálp, ið vit øll kunnu veita er nóg góð, og at vit tí ikki skulu halda okkum burtur.


Tær fýra grundleggjandi reglurnar í sálarligari fyrstuhjálp eru:

  • Ver nærverandi – bæði kropsliga og sálarliga
  • Lurta aktivt
  • Vís at tú góðtekur kenslurnar – eisini tær sterku
  • Veit vanliga umsorgan og praktiska hjálp


Børn og ung kunnu eisini verða rakt av kreppu og sorg. Børn og ung eru ein stóran part av degnum í barnagarði ella skúla, og tí verður mælt til, at hesir hava eina tilbúgvingarætlan. 

Um børn missa foreldur ella systkin mæla sálarfrøðingar til, at tey koma sum skjótast aftur í barnagarð ella skúla, tí hesir eru ofta, við sínum vanum og rutinum, einasta trygga tilhaldstað, tá heimið er kreppurakt .

Tilbúgvingarætlanin er ein vegleiðandi ætlan, so farast kann fram á so skynsamiligan og umsorganarfullan hátt sum gjørligt, tá næmingar ella starvsfólk koma í kreppu ella hava sorg. Skelkur og sorg kunnu gerast verri um tøgn valdar kring tann rakta. Vit eru øll     medmenniskju og eiga tí at stuðla og hjálpa viðkomandi.

Tilbúgvingarætlanin er eitt amboð og vegleiðandi. Tað avgerandi er, at vit gerast tilvitað um, hvat vit siga, gera og ikki siga og gera í ávísari støðu. Tað er av stórum týdningi, at vit øll kenna felags ábyrgd og ongantíð kenna okkum einsamøll, tá kreppa ella sorg rakar.

Mælt verður til, at eitt tilbúgvingartoymi er á skúlanum. Bólkurin er ætlaður at stuðla, kunna og menna, at lætta um samskiftið og at stuðla tí einstaka næminginum og læraranum, ið ongantíð eiga at kenna seg einsamallar í sambandi við kreppu ella sorgartilburðir.

Tilbúgvingartoymið kann skipa fyri fundum, fyrilestrum og evnisdøgum. Hann fylgir við í, hvat kemur út av viðkomandi tilfari, ognar sær nýggja vitan um evnið og kunnar starvsfelagar um hettar.

Tilbúgvingartoymið skal kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina og arbeiði skúlans í hesum sambandi. Toymið dagførir ætlanina, fylgir upp og eftirmetir tiltøk, ið hava verið og kann taka lut á skeiðum, ið hava týdning fyri ætlanina.

Toymið er mannað við 2 limum, ið eru valdir av námsfrøðiliga ráðnum og einum skúlastýrislimi.

Tilbúgvingartoymi

Skúlin skal altíð hava eitt tilbúgvingartoymi. Í tí sita 2 lærarar og ein skúlastýrislimur.

Uppgávan hjá tilbúgvingartoyminum er

  • at virka sum stuðul, har tørvur er á tí•at taka saman um og eftirmeta tiltøk í árinum, sum fór
  • at fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari og á annan hátt halda við líka og nema sær nýggja vitan um evnið
  • at kunna nýggjar lærarar um tilbúgvingarætlanina
  • at kunna heimini um tilbúgvingarætlanina
  • um neyðugt, søkja sær serkøna hjálp.(heilsusystir/sálarfrøðing/prest/politi .. o.a.)

Tilbúgvingartoymið kann eisini

  • skipa fyri fundum, fyrilestrum ella evnisdøgum
  • kunna aðrar lærarar um nýtt tilfar, skeiðstilboð o.s.fr.

Uppgávan hjá leiðsluni

  • Hava eina dagbók, har hendingar verða skrivaðar í, dagfestingar o.s.fr. Fylgja við teimum einstøku førunum
  • Syrgja fyri, at flaggið kemur upp
  • Syrgja fyri, at lærarar skúlans fáa boð
  • Taka sær av samskifti við fjølmiðlarnar•Senda blómur/krans
  • Søkja um kreppuhjálp (um neyðugt)
  • Um deyðsboð koma í skúlatíð og næmingarnir verða sendir heim, er neyðugt at tryggja sær, at onkur, sum veit um støðuna, er heima og tekur ímóti næminginum

Felags missur

Hevur næmingur verið leingi burtur vegna sjúku ella annað

  • flokslærarin/toymið tosa saman og tosa við foreldrini fyri at kunna seg um støðuna
  • avtala kann verða gjørd við foreldur um kunning inni í flokkinum
  • flokslærarin kunnar flokkin og starvsfelagar
  • flokslærarin ella annar lærari, sum er tætt knýttur at næminginum, skipar fyri tiltøkum – t.d. vitjan á sjúkrahúsi ella heima, senda brøv/tekningar og føðingardagsgávu
  • gera vitjanarlista í samráð við foreldrini
  • flokslærarin syrgir fyri, at næmingurin verður kunnaður um tað, sum fyriferst á skúlanum, so hann alla tíðina kennir seg knýttan at hópinum
  • flokslærarin kunnar toymið og hinar lærararnar við hóskandi millumbili um støðuna
  • flokkurin ger tiltøk, tá ið næmingurin kemur aftur, t.d. hugnatíma

Tá ið næmingur doyr

Hevur næmingur verið leingi sjúkur

  • Flokslærarin boðar leiðsluni frá og leiðslan kunnar allar lærararnar um støðuna
  • flokslærarin/toymið kunna flokkin
  • morgunin eftir ella so skjótt til ber kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina og greiðir somuleiðis frá, hví flaggað verður á hálvari stong
  • saman við kunningini verður møguliga ein andakt – faðir vár, tendra ljós, blómur, tøgn í 1 minutt o.a.
  • flaggið verður vundið á hálva stong

Doyr næmingur brádliga

  • Tá ið deyðsboð eru, verða flokslær. og leiðsla kunnað
  • Leiðslan ella flokslærarin seta seg í samband við heimið fyri nágreiniliga at vita, og hvussu støðan er
  • leiðslan boðar til fundar, so skjótt boðini eru komin
  • allir flokslærarar kunna flokkarnar og flaggið verður vundið á hálva stong
  • skúlin samlast til andakt sama dag ella dagin eftir, flaggið verður vundið á hálva stong
  • umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina; tí er neyðugt, at meira enn ein lærari er hjástaddur tann dagin. Geva rúm fyri, at næm. kunnu práta, spyrja og vísa kenslur,

         tímatalvan verður møguliga niðurløgd

  • flokkurin og skúlin senda krans ella blómur
  • flokkurin verður við til jarðarferðina saman við foreldrum sínum
  • skúlin verður stongdur til jarðarferðina og flaggið á hálvari stong
  • okkurt serligt verður gjørt við plássið hjá næm. nakrar dagar ella restina av skúlaárinum, t.d. mynd,  blomstur, ljós o.a.
  • ein limur úr tilbúgvingartoyminum verður knýttur at flokkinum so leingi tørvur er á tí
  • møguliga skriva minningarorð
  • føðingar- og deyðsdagurin verða merktir
  • vitjan á grøvini
  • flokkurin sendir heilsan heim til jóla

Tá starvsfólk doyr

  • leiðslan setur seg í samband við familjuna ella øvut
  • leiðslan boðar til fundar og kunnar allar lærararnar og morgindagurin verður lagdur til rættis
  • flokslærarin/toymið fer inn við sínum flokki og kunnar næm., áðrenn øll hittast í høllini til eina minningarløtu
  • flaggið verður vundið á hálva stong
  • skipað verður fyri minningarsamkomu. Leiðsla ella annar lærari/prestur hevur eina minningartalu. Sangur, tala, faðir vár,ljós, tøgn 1 min.
  • lærarar fara heim til familjuna.
  • geva familjuni hjálp, t.d. til jarðarferðina
  • skúlin er stongdur, tann dagin jarðarferðin er
  • minningarorð í bløðini

Missur hjá tí einstaka

Tá foreldur/systkin hjá næmingi verða rakt av álvarsligari sjúku ella vanlukku

  • Flokslærarin ella annar lærari (sum næmingurin ella foreldrini føla seg knýtt at) kunnar allar lærararnar, sum hava flokkin, um støðuna.
  • Hevur næmingurin onnur systkin í skúlanum, tosa allir lærararnir saman um støðuna.
  • Tað er av stórum týdningi, at eisini hinir næmingarnir í flokkinum fáa at vita, hvat er hent. Hesi uppgávuni má flokslærarin taka sær av.
  • Eisini má flokslærarin gera hinum næmingunum greitt, at viðkomandi næmingur, sum hevur sjúk foreldur ella systkin, kann hava ógvuliga skiftandi sinnalag/atburð.
  • Kunna næmingarnar um sjúkuna.

Tá næmingur missir foreldur ella systkin

  • Flokslærarin kunnar leiðslu og lærarar um tilburðin
  • Flaggið verður vundið á hálva stong og umboð frá tilbúgvingarbólkinum kunna allar flokkarnar
  • Flokslærarin/toymið kunnar flokkin og foreldur um tilburðin (t.d. foreldraumboðini)
  • Vera inni í flokkinum, t.d. kann prestur vera hjástaddur
  • Flokslærarin kunnar foreldur/avvarðandi og næmingin, at vit tosa um andlátið í tímanum (avmystifisera)
  • Um systkin eru í øðrum flokkum, verður felags mannagongd fylgd í øllum avvarðandi flokkum
  • Lærarar fara heim til familjuna og geva tilsøgn um hjálp, t.d. til jarðarferðina
  • Flokkurin fær frí, tann dagin jarðarferðin er
  • minningarløta verður hildin í flokkinum
  • Vera um næmingin ta fyrstu tíðina aftaná (uml. 1 ár). Royna av og á at fáa eitt prát við næmingin, tá tað hóskar seg
  • Flokkurin sendir blómu ella krans

Tá avvarðandi hjá starvsfólki verða rakt av álvarsamari sjúku, vanlukku ella deyða

  • Í tann mun starvsfólkið vil/orkar og heldur vera neyðugt, kunnar hann/hon starvsfelagarnar um støðuna
  • Í tann mun starvsfólkið heldur tað vera neyðugt, men ikki heldur seg til, kann hann/hon venda sær til tilbúgvingartoymið, og biðja tey kunna um støðuna
  • Starvsfelagar hava felags ábyrgd av at vera um viðkomandi

Tá starvsfólk missir

  • Er starvsfólkið í skúlanum, gevur skúlaleiðarin/góður starvsfelagi boðini persónliga á hóskandi stað
  • Gerst tað neyðugt, skipar leiðslan soleiðis fyri, at starvsfólkið fær umstøður á skúlanum at sissa seg, fær umsorgan og ikki er einsamalt
  • Leiðslan kunnar starvsfólkið
  • Flokslærararnir kunna flokkarnar um støðuna, í tann mun tørvur er á tí
  • Starvsfelagar hava felags ábyrgd av at vera um starvsfólkið, stuðla og hjálpa
  • Mælt verður til, at leiðslan setir seg inn í støðuna hjá starvsfelaganum og skipar soleiðis fyri, at hann kann verða sjúkrameldaður, um hann hevur tað fyri neyðini
  • At møguleiki verður fyri, at starvsfelagin kann fara til hús einstakar dagar, tá tað gerst ov trupult at undirvísa
  • At starvsfelagin fær sálarfrøðiliga hjálp
  • Mælt verður starvsfeløgunum til at vitja heima hjá tí rakta – ikki bert teir fyrstu dagarnar, men eisini seinni
  • At geva eina hjálpandi hond um hetta er neyðugt

Tá starvsfólk gerast álvarsliga sjúk

  • Skúlaleiðarin kunnar starvsfólk um støðuna og gongdina í málinum
  • Flokslærararnir kunna næmingar, í tann mun tørvur er á tí
  • Skúlaleiðarin og tilbúgvingartoymið hava ábyrgd av at hava samband við viðkomandi og/ella heim hansara

Tá starvsfólk doyr brádliga

  • Fer hendingin fram í umhvørvi skúlans, skal skúlaleiðarin beinanvegin seta seg í samband við lækna, løgreglu, heimið
  • Skúlaleiðarin kunnar starvsfólkið um, hvat farið er fram
  • Flokslærararnir kunna flokkarnar um, hvat farið er fram
  • Flaggið vundið á hálva stong, tá ið øll hava fingið boð
  • Støða takast til, um skúlagongdin skal steðga
  • Leiðslan kondolerar/heilsar familjuni hjá tí deyða
  • Minningarhald
  • Tilbúgvingartoymið kann taka stig til tiltøk
  • Skúlin stongdur meðan jarðarferðin er
  • Skúlin skipar fyri, at minningarorð verða skrivað um tann deyða
  • Á fyrsta fundi í námsfrøðiliga ráðnum verður tann deyði minstur

Porkeris skúli
Gjørðabrekka 10
FO-950 Porkeri