Næmingarnir tikið epli upp

Í góðveðrinum í dag tóku næmingarnir epli upp.

Næmingarnir vóru sera hugagóðir og raskir í dag, tá tey fóru at taka eplini upp, sum tey settu niður í vár. Tey vendu torvum, heintaðu epli og skiltu eplini sundur. Meðan tey vóru í gongd, helt onkur fyri, at tað smakkaði sera væl at krydda smæstu eplini væl og koyra tey í ovnin. Áðrenn tey fóru heim, fingu allir næmingarnir eitt kók av eplum heim við. Eisini fáa næmingarnir í 8. fl., sum vóru við at seta eplini niður, eitt kók hvør.

Sí fleiri myndir í myndasavninum.

Aftur