Næmingar á konsert

Leygarkvøldið 27. nov. vóru næmingar úr skúlakórinum, sum Guðrun Sólja venur einaferð um vikuna, við til jólakonsert í Salt. Konsertin var fyriskipað av Guðrun Sólju Jacobsen, Kim Hansen og Hallur Joensen.

Næmingarnir sungu sangirnar "Nú birtast túsund jólaljós" og "Kavin kom í morgun" og sungu kór til sangin "Nú eru jól" hjá Kim Hansen. Hetta var ein framúr góð og væleydna konsert, og eru vit sera stolt av okkara næmingum. 
Vikuna eftir konsertina høvdu næmingarnir keypt Guðrun Sólju gávu fyri at vísa, hvussu glað tey vóru fyri hetta upplivilsi, at sleppa at framføra saman við professionellum sangarum.

Aftur