Lagt út hevur: Beinta G. Jacobsen
tann: 23.03.2022
Evnisdagar og innsavnan til Ukraina
Í døgunum 9.-11. mars skipaði skúlin fyri evnisdøgum um Ukraina. Evnisdagarnir endaðu við páskareggjatombola og lutaseðlasølu til frama fyri hjálpararbeiði í Ukraina.
Í samband við russisku innrásina í Ukraina skipaðu vit fyri 3 evnisdøgum um Ukraina. Arbeitt var m.a. við søguni hjá Ukraina, Zelenskij, Putin, gomlu sovjetisku londunum, fakta um Ukraina og nakrir næmingar bakaðu ukrainskar bollar. Evnisdagarnir endaðu við einum innsavningartiltaki, har næmingarnir skipaðu fyri páskareggjatombola og lutaseðlasølu í handlinum í bygdini.
Tiltakið eydnaðist sera væl, og nógv fólk kom at stuðla. Vit vóru heilt ovfarin av stóru undirtøkuni og peninginum, sum næmingarnir kláraðu at savna inn. Tá liðugt var, vóru innkomnar kr. 31.750,-
Somu vikuna samlaði dagrøktin fløskur inn fyri at vera við í innsavningini, og samlaðu tey inn kr. 2950,-
Í gjár var stórt tiltak í skúlanum, har allur peningurin - kr. 34.700 - var handaður umboðum frá Reyða Krossi. Yvir 100 fólk vóru savnaði, tá stóri kekkurin var handaður. Næmingarnir í skúlanum sungu "Tað kundi verið eg" og tveir aðrar sangir, aftaná var drekkamunnur.