Jólavika

Í døgunum 29. nov. til 3. des. høvdu vit jólaviku í skúlanum.

Hvønn dag samlaðust vit saman og hoyrdu eina søgu og sungu jólasangir.
​Mánadagin og týsdagin gjørdu vit jólapynt og pyntaðu stovurnar. Ónsdagin og tórsdagin vóru jólaverkstøð, har næmingarnir vóru í fýra bólkar - blandaðir úr ymiskum floksstigum. Á ymisku verkstøðunum m.a. bakaðu tey smákakur, perlaðu, kliptu jólapynt, málaðu og arbeiddu við decoupage. Okkurt av tí, tey gjørdu, var hemmiligt og bleiv pakka inn. Næmingarnir vóru sera ágrýtnir og arbeiðssamir. 
Fríggjadagin endaðu vit jólavikuna við felagsmorgunmati og síðani gjørdu næmingarnir hvør sína dekoratión, áðrenn tey fóru heim.

Sí fleiri myndir í myndasavninum.

Aftur