Vitjan av komandi 1. flokki

Í gjár høvdu vit so fitta vitjan av teimum børnunum, sum fara at koma í 1. flokk næsta summar.

Børnini litaðu sín bókstav, sungu sangirnar "Høvd, akslar, knø og tær" og "Bóndin eigur lítlan hund" og hugdu inn til hinar flokkarnar. Ætlanin er at tey koma at vitja nakrar ferðir og royna "at ganga í skúla", áðrenn næsta summar.

Aftur