Tryggari í ferðsluni og á netinum

4. mars vitjaði Lars Müller, politistur, í samband við SSP.

Lars tosaði við yngru næmingarnar um, hvussu tey kunnu ansa sær í ferðsluni. Aftaná kundu næmingarnir seta honum spurningar, tá var eisini komið inn á, hvussu vit bera okkum at á netinum, ymisk telduspøl og appir, sum tey ungu brúka.

Eldru næmingarnir høvdu eisini vitjan av Lars. Hann tosaði við tey um, hvussu tey kunnu ferðast tryggari á netinum. Eisini kom hann inn á, hvat ein hevur loyvi til og ikki, t.d. við myndum av øðrum.

Aftur