Listameldur

Síðstu vikurnar hava næmingarnir havt møguleika at tekna eitt flagg at umboða Porkeris skúla.

Næmingar hava ágrýtnir sitið og teknað og givið sítt íkast til at geva eitt boð uppá eitt flagg, sum teir halda umboðar okkara skúla.

Tað er Nám, sum hevur skipað fyri hesum tiltakinum, sum kallast "Listameldur". 

Allar myndirnar, sum komu inn, vóru hongdar upp. Í morgun hava allir næmingarnir og lærararnir funnið tað flaggið, sum tey hildu umboðar Porkeris skúla best. Hvør næmingur og lærari atkvøddi fyri trimum myndum og síðan var talt saman. 

Vinnarin bleiv flaggið hjá Rósu Reginsdóttir.

Aftur