Endurlýsing

Tvey lærarastørv í Porkeris skúla verða endurlýst.

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025: 

1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26 vegna lærara í barnsburðarfarloyvi. 

1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025/26 vegna lækkað tímatal og avlopstímar, tímatalið verður endaliga ásett eftir 1. sept. 


Tey, ið sett verða, skulu: 

  • vera fyrikomandi, jalig og duga væl at samstarva. 

  • vera stundislig og nærløgd. 

  • vilja taka á seg spennandi, avbjóðandi og mennandi uppgávur í skúlanum. 

  • taka lut í dagliga arbeiði skúlans undir ábyrgd leiðslunnar og vera við til áhaldandi at menna skúlan. 


Førleikakrøv til lærarastørvini: 

Læraraútbúgving

Vit sóknast eftir lærara, sum kann undirvísa í føroyskum, støddfrøði, donskum, enskum, náttúru og tøkni, handaverk og list, kristni, heimsstaðarlæru og ítrótti. Eisini sóknast vit eftir lærara, sum vil taka ein virknan leiklut í “Betri vinir" verkætlanini í grunddeildini. 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkinum 18.1-29.2. Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

Meira fæst at vita um størvini frá Beintu Gudfinnsdóttir Jacobsen á tlf. 276869. 

Umsóknir, saman við c.v. og avriti av prógvum, skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. juni 2025 kl. 12. Umsóknir kunnu sendast til beinta.g.jacobsen@skulin.fo ella 

Porkeris skúli, Gjørðabrekka 10, 950 Porkeri  

Aftur