Starvslýsing

Søkt verður eftir einum námsfrøðingi/stuðli til skúlaárið 2024/25


Starv í Porkeris skúla skúlaárið 2024/25 

 

Hetta námsfrøðiliga starv verður lýst leyst at seta frá 1. august 2024: 

  • Ein námsfrøðingur/stuðul í tíðaravmarkað starv v 10 tímum um vikuna. 

 

Tann, settur verður, skal: 

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans taka lut í dagliga arbeiði skúlans. 

  • duga at samstarva, vera fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum. 

  • Leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning. 

 

Førleikakrøv: 

Námsfrøðingur ella royndir innan skúlaøki. 

 

Lønar- og setanartreytir 

Stuðulsstarvið verður lønt sambært sáttmála við Føroyar Pedagogfelag. 

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina. 

 

Umsóknir við prógvi og CV skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 21. juni 2024 kl. 12:00. Umsóknir kunnu sendast til: 

 

Porkeris skúli 

Gjørðabrekka 10 

950 PorkeriA 

Ella sum teldupostur á: beinta.g.jacobsen@skulin.fo 

 

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til skúlaleiðaran: 

Beinta G. Jacobsen, tlf. 276869 

Aftur