Mynd av børnum

Um viðrar fara vit útferð í morgin

Farið verður vestur í Tungu. Havi góðar gangiskógvar á fótunum, handklæði og skiftiklæðir við,

Farið verður vestur í Tungu. Havi góðar gangiskógvar á fótunum, handklæði og skiftiklæðir við, um farið verður at vassa, og ein góðan matpakka við og okkurt at drekka. Hann sigur frá góðum veðri, men tað kann vera kalt, so lati tykkum í hareftir ella havi heit klæði við.
Foreldur og systkin eru vælkomin við.
Farið verður til gongu frá skúlanum kl. 9, skúlin er tó opin fyri næmingum, sum hava tørv á tí, kl. 8.

Aftur