Píka 7 og Strok ókeypis til allar næmingar

Fríggjadagin fingu næmingarnir í 1., 2. og 3. flokki blaðið Píka 7, meðan næmingarnir í 4., 5., 6. og 7. flokki fingu Strok.

Kommunan hevur gjørt avtalu við Nám, soleiðis at allir næmingar fáa blaðið Píka 7 ella Strok. Hetta fegnast vit um, og gevur hetta møguleika at brúka bløðini í undirvísingini. Eisini er hetta ein góður møguleiki hjá foreldrum at lesa saman við barni teirra. 

Aftur