Jólahugni í desembur


Byrjað var síðst í novembur at pynta stovurnar. Síðstu vikuna, áðrenn jólafrítíðina, byrjaðu vit dagin við lesiløtu, har ein søga fyrst var lisin fyri næmingunum, síðan lósa næmingarnir í 20 min. Tey vóru sera hugagóð, og var tað hugnaligt at sita og lesa, meðan jólatræið og kertiljós hugnaðu um.

Hesa síðstu vikuna høvdu vit jólaverkstøð, har tey bakaðu smákøkur og evnaða okkurt til í smíð og evning. Jóladekoratiónir vórðu gjørdar, pakkaspæl var á skránni og jólahugni við spølum, kappingum og rís a la mande. 

Orsakað av korona kundi vanliga jólahaldi ikki vera hildið, men jólahald var fyri næmingum og lærarum, har dansað var um træið og allir næmingarnir fingu ein pakka, áðrenn farið var í jólafrítíð.

Skúlakórið við Guðrun Sólju luttók, tá jólatræið varð tendrað 1.des. Eisini vóru tey boðin við til jólakonsert í kirkjuni á Tvøroyri, har tey sungu so ómetaliga vakurt. 

Aftur